900 arbeiðspláss í Fuglafjarðar kommunu

- Nýggja uppsjóvarvirkið fer at geva okkum eina enn størri skipaferðslu, sigur borgarstjórin.

Tað var tíðliga í februar í ár, at Fuglafjarðar kommuna gav P/F Pelagos byggiloyvi til uppsjóvarvirkið, sum nú stendur liðugt úti á havnalagnum í Fuglafirði. Nakrar dagar eftir, at byggiloyvið varð givið, byrjaði arbeiðið at byggja fundamentið undir stóra virkisbygningin.

 

Arbeiðið at byggja virkið gekk rættiliga skjótt. Longu um miðjan august í ár byrjaði virkið at taka ímóti fiski, og síðsta leygardag, 6. september, skipaði P/F Pelagos fyri almennari móttøku.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at í kommununi eru tey sera fegin um, at økið, sum hevur ligið tókt úti á havnalagnum, nú er komið til nyttu.

 

- Økið var so gott sum klárt at byggja á, og eftir hjá kommununi at gera vóru eitt nú vatninnleggingar.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað hevur verið spennandi hjá býráðnum at fylgja stóru verkætlanini frá byrjan og til nú, tá uppsjóvarvirksemið stendur í fullum blóma úti á havnalagnum.

 

- Tað eru tríggir stórir aktørar, sum saman við feløgum og einstaklingum hava reist hesa verkætlan. At privatfólk í nærumhvørvinum eisini eru við, ger verkætlanina ikki minni áhugaverda.

 

Sonni á Horni ivast onga løtu í, at P/F Pelagos á ymiskan hátt fer at vera skapandi og fer at geva ringvirkningar í økinum.

 

- Nýggja uppsjóvarvirkið fer at geva okkum eina enn størri skipaferðslu, og í Fuglafirði hava vit allar tænastur til hesi skip, eitt nú bunkring, trolverksmiðju, smiðir, el-veitarar, proviant og annað.

 

Í Fuglafirði er nógv arbeiði. Við tilknýti til skipavinnu og ymisk virkir, sum starvast við havnalagið og á Kambsdali, er talan um eini 550 arbeiðspláss.

 

Men, í Fuglafirði eru eisini onnur arbeiðspláss enn tey reint vinnuligu, eitt nú lærarar, pedagogar, røktarfólk, handilsfólk og skrivstovufólk.

 

- Vit hava leystliga talt saman arbeiðsplássini í kommununi, og áðrenn P/F Pelagos fór undir sítt virksemi, vóru hesi umleið 800 í tali, harav eini 120 eru á Kambsdali. Nú nýggja uppsjóvarvirkið er farið undir framleiðslu, man samlaða talið av arbeiðsplássum í kommununi nærkast 900, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.