Eg minnist, hvat eg hugsaði, tá eg á táverandi felags arbeiðsplássi okkara, Jústinusar og mínum, frætti, at Jústinus skuldi til Singapore at vera hjálparmaður í sjómanskirkjuni. Eg ynskti, at tað var eg, sum fekk hendan møguleikan. Og eftir at hava lisið bókina “900 dagar í Singapore”, er ikki sørt, at tann hugurin er við at vakna aftur.
Hendan bókin er tann triðja, eg siti við frá Jústinusar hond, hesi seinastu trý árini. Og eins og hinar báðar fyrru, tær um Kaj Johannesen, er hendan ein frásøga við tí besta av kynstrinum, Jústinus klárar at borðreiða, Og tað er ikki so lítið.
Eg meti Jústinus sum ein í tí frægara endanum til frásøgukynstur, eins og hann sum eygleiðari er millum teir bestu. At seta hesi bæði, eygleiðing og frásøgu saman, er hann óførur, og tí verður tað eisini bæði stuttligt og spennandi at lesa tað, hann skrivar. Eisini er Jústinus áhugaður í søgu og veit væl, sum eisini gongur aftur í hesi bókini, tó at eg sanni, at tað kann tykjast eitt sindur einstáttað, at mestsum alt tað søguliga tilfarið, sum er nógv, er bygt á frásøgn hjá “landsfaðirinum”, Harry Lee Kuan Yew, sum stýrdi Singapore í eitt mannaminni.
Tú fært ikki annað enn sett tær spurningin, um nú alt er so, og bert so, sum maðurin sjálvur sigur tað vera. Og hóast Jústinus vísir á júst hendan ivan, er tað ikki sørt, at tú sum lesari hevur eitt sindur av somu kenslu, sum tá lisið verður úr søgubókum Josefusar Flavius, har hann sjálvur viðhvørt er høvuðspersónurin í tí, sum hendir. Tað kann leggja eitt sindur av “skepsis” eftir seg.
Men ikki skerst burtur, at júst hesin táttur Jústinusar, at taka eitt slíkt verk sum tað hjá Lee og mestsum grunda bók sína á tað, ger, at lesarin, sum heilt vist ikki kennir so nógv til Singapore annað enn, at býurin er nevndur í sanginum “Í góðum veðri hann dyrgdi” og onkuntíð í skipalistunum, sum fyrr vórðu lisnir í Útvarpinum, fær eina rúgvu av annars ókendum tilfari at lesa.
Bygnaðurin
Bókin er skipað eitt sindur øðrvísi, enn flestu føroyskar bøkur annars, soleiðis at skilja, at hon fylgir ikki eini neyvari søgugongd frá fyrsta til seinasta dag í Singapore, hóast hon byrjar við ferðini til Singapore og endar við seinasta útisetabrævinum.
Hon er bygd yvir tey útisetabrøvini, høvundin skrivaði til Útvarp Føroya, ta tíðina, hann var í Singapore, saman við tilfari burtur úr endurminningum Lee Kuan Yew’s og egnum eygleiðingum.
Høvundin sigur í bókini, at hann er hugtikin av týska rithøvundanum Günther Grass, sum dugir tað kynstrið at skriva bøkur, har innihaldið sveimar í eystur og vestur, uttan at tað nervar lesaran. Hetta sama hevur Jústinus eftir øllum at døma sett sær fyri at royna, og satt at siga tykir mær, at tað hevur eydnast rímiliga væl. Kanska tí, at hann longu á blaðsíðu 35 ávarar um, at hann fer at gera soleiðis.
So vita vit, meðan vit lesa, hví hann skiftir frá einum útsetabrævi frá 1997 til eina krígssøgu frá 1943 og aftur ella í hvussu er hálva leið heimaftur.
Eygleiðingarnar
Journalisturin í Jústinusi fjalir seg ikki í bókini. Hansara forvitni og eygleiðaraevni koma týðuliga til sjóndar í øllum tí, hann sjálvur sigur frá. Tá eg sigi so, er tað tí, at tað, hann skrivar eftir endurminningunum hjá Lee, meti eg sum umsetta endurgeving, sum tó eigur sín fulla rætt í bókini, tí tað gevur lesaranum eina ”óvurderiliga” fatan av tí, sum sagt verður frá, og um søguna hjá býnum.
Og so hesar sammetingarnar við viðurskiftini í Singapore og Oyndarfirði og aðrastaðni í Føroyum, sum vit alla tíðina fáa serveraðar. Her melur alt hvørt um annað. Hvussu Singaporebúgvar eta livandi rækjur og svínavomb, eins og hvussu tað er at eta grind í tropuhita.
Men einaferð varð hann tó settur mát, okkara frálíki frásøgumaður úr Oyndarfirði. Hann setti seg ikki, eftir egnari frásøgn, føran fyri at greiða kinesarum í tropunum frá føroyskum kjøtterra. Og eg, sum helt, at hann uttan nakað sum helst kundi fáa hvønn sum helst at trúgva hvørjum helst.
Løtt at lesa
Bókin er sum annars lesnaður hjá Jústinusi løtt at lesa. Tað, at hon er bygd upp við stuttum kapitlum, har journalistiski stílur hansara er eyðsýndur, ger hana bar auppaftur lættari. Og tær nógvu myndirnar gera bókina sera forvitnisliga.
Myndirnar eru, sum restin av innihaldinum, eisini sera blandaðar og spjaddar soleiðis hissini yvir síðurnar. Tó er ein linja, sum er greið. Litmyndirnar hevur høvundurin sjálvur tikið, og tær svart/hvítu myndirnar eru slíkar, hann hevur ognað sær aðrar vegir. Sum skilst nógvar á ymsum marknaður og sølutorgum í Singapore, eins og onkur eisini er úr onkrari bók, hann vísir til. Nágreiniligur myndatekstur er til myndirnar, Tó tykist onkuntíð, sum minnið hevur spælt høvundanum eitt puss, tí tað kemur nakrar ferðir fyri, at hann ikki minnist aftur nøvnini á teimum persónum, hann hevur á myndunum.
Allar hesar myndirnar av fólki, sum hesar dagarnar vitjaði sjómanskirkjuna og høvundan og familju hansara heima í Singapore, gera eisini bókina áhugaverda og geva eina ábending um, hvussu víða og nógv føroyingurin ferðast. Bæði til arbeiðis og stuttleika.
Aftast í bókini er listi við notum, víst verður til, eins og bókmentalisti og kut úr gestabók høvundans, har til ber at síggja, nær tey ymsu fólkini, vit síggja á myndunum, hava verið í Singapore. Eisini tey hava sína søgu, sum broytist við tíðini, sum hjá so mongum øðrum.
Jústinus hevur sett sær fyri, sigur hann, at fáa bókina týdda til enskt mál og givna út í Singapore. Kann vera, at onkur har eysturi fer at halda tað vera eitt gott hugskot.
Hjá okkum er hon komin á føroyskum við 382 blaðsíðum, sum kosta 399,- krónur, ið eftir mínum tykki er væl givnar fyri hesa bókina.