910 milliónir í lønum í september

Vøksturin er støðugur

Hagstovan: Í september vórðu góðar 910 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru stívliga 30 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør.

 

Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar nú aftur.

 

Í september áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til góð 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 16 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

 

Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram og hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar aftur eftir eitt ár í stillstøðu.

 

Trendurin vísir, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu'. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar nú aftur, meðan í 'byggivinnu o.a. tilvirking' minka lønargjaldingar.

 

##med2##