92 milliónir í lotto í kvøld

Í kvøld ber til at vinna heilar 92 milliónir krónur í Lotto-spælinum, og tað er nýtt met, sigur Danske Spil. Orsøkin er, at eingin vinnari hevur verið til ta sokallaðu Superpuljuna tær seinastu 26 vikurnar.

Danske Spil væntar, at umleið ein millión danir fara at royna eydnuna í kvøld, men teir skulu kappast við lottospælarar í hinum Norðurlondunum umframt Estlandi, Letlandi og Litava. Møguleikin at vinna tær 92 milliónirnar er sera, sera, sera lítil.

-Møguleikin fyri, at ein vinnari fer við teimum 92 milliónunum, er til staðar, men hann er lítil - 1 til 98 milliónir, sigur Thomas Rørsig hjá Danske Spil. Hann sigur, at vanliga eru tað trý ella fýra, sum vinna, tá Superpuljan fellur. Tað hevði givið millum 20 og 30 milliónir krónur í part í kvøld.

Størsti vinningur, sum Danske Spil higartil hevur útgoldið, er 38,5 milliónir krónur. Tað fekk ein heppin vinnari í Keypmannahavn í 2008.