Í royndini at finna hina 68 ára gomlu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, hevur norska løgreglan eftir tippum frá fólki kannað fleiri ítøkilig støð, men higartil hevur leitingin ikki givið úrslit.
Tað eru í dag, mikudagin 16. januar, júst 11 vikur, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi, og tað er júst ein vika, síðan norska løgreglan fór til almenningin við gátuføra málinum.
Síðan almannakunngerðingina hevur løgreglan fingið tilsamans 935 tipp, bæði úr Noregi, men eisini úr útlandinum, og tað er løgreglustøðin í Gardemoen, sum tekur ímóti.
Í dag sluppu tíðindafólk inn á støðina at snakka við løgregluleiðaran, Christian Berge.
Hava tit fingið tipp um støð, sum eru so ítøkilig, at tit hava verið úti og kannað tey?
- Ja, tað er rætt. Vit hava verið úti og kannað nøkur av hesum støðum, men higartil uttan úrslit, sigur løgregluleiðarin við www.vg.no í dag.
Løgreglan í Noregi hevur áður sagt, at bæði Interpol og Europol hjálpa norsku løgregluni við leitingini, og í dag visti NRK at siga, at eisini FBI er við í arbeiðnum.
Øll tippini, sum koma, enda á tippmóttøkuni á løgreglustøðini í Gardemoen, har løgreglufólk taka ímóti. Øll hesi verða skrásett og send víðari til ein metingarbólk á støðini. Her verður hugt eftir, hvørji tipp eru áhugaverd, og hvørji ikki eru, og síðan verða tey áhugaverdu send víðari til ein rannsóknarbólk.
Christian Berge vil ikki siga, hvussu mong tipp eru send til rannsóknarbólkin. Hann vísir á, at øll tipp eru týdningarmikil, men nøkur hava størri virði enn onnur. Soleiðis vil tað altíð vera, sigur løgregluleiðarin.
Ein granni hjá Anne-Elisabeth Hagen sigur seg hava sæð ein bil henda fyrrapart, tá ríkmanskonan hugsandi hvarv. Sagt verður, at hesin bilur valdi ein gátuføran snarveg í móti húsunum, har Anne-Elisabeth Hagen var.
- Eg kann vátta, at vit hava fingið at vita um hetta. Mett verður um tippið, sigur løgregluleiðarin, sum leggur aftrat, at fólk, sum venda sær til løgregluna, ikki skulu vænta at frætta aftur – um tippið var áhugavert ella ei.
- Men, eg kann siga, at hvørt einasta tipp verður vigað, tí øll tipp, sum koma, kunnu verða við til at leggja tað putlispæl, sum vit royna at finna út av, sigur Christian Berge.