95 nýggj afør

Í farna mánaði vórðu 95 nýggj akfør skrá­sett hjá Akstovuni.
 Av hesum 95 eru so mangir sum 76 persónbilar og átta við­festis­vognar.

Í mun til oktober mán­að í fjør er talan kort­ini um eina øk­ing uppá eitt akfar.
Hetta kann tó ikki vika tann veruleika, at mun­andi fleiri akfør eru skrásett í ár enn í fjør - 1051 higartil í ár, móti 975 í fjør