96 ár síðani A. C. Evensen doyði

Dagurin eitur 11.000 moyggjar.

21. oktober. 11000 moyggjar. Halgisøgurnar siga frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navnið, varð trúlovað einum enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílagrímsferð til Róm. Hon fer avstað og henni fylgja 11000 moyggjar, men hetta talið er helst skrivað skeivt fyri 11. Tá ið tær skulu fara til Køln, legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir teimum, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu lagnu.

 

Hendingar hendandagin:

1085 Admiral Lord Nelson doyr undir slagnum við Trafalgar. Onglendingar vinna hetta týdningarmiklað slagið ímóti spanska og franska flotanum hjá Napoleon uttan fyri Kap Trafalgar, í ein útsynning úr Spania.

 

1854 Florence Nightingale verður send saman við 38 sjúkrasystrum til Krimkríggið.

 

1879 Thomas Alva Edison vísir fram fyrstu brúkbaru koltráðsgløðilampuna. Hon kann brenna í 12 tímar.

 

2007 NSÍ vinnur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyameistaraheitið í fótbólti.

 

2008 EB/Streymur vinnur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyameistaraheitið í fótbólti.

 

Fødd 21. oktober

1833 Alfred Nobel, svenskur uppfinnar og stovnari av Nobelvirðislønini. Hann doyði í 1996.

 

1940 Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður (1993-94), landsstýriskvinna (1991-1993) og løgtingskvinna (1988-1998) fyri Javnaðarflokkin.

 

1949 Benjamin Netanyahu, ísraelskur politikari.

 

A. C. Evensen, løgtingsmaður, prestur og próstur, doyði hendan dagin í 1917. Hann var føddur í 1874.