97 ára gamal nasistur í rættin

Tann 97 ára gamli Sandor Kepiro var í dag í rættinum í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, har hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga. Sambært ákæruritinum hevði hann ábyrgdina av, at fleiri fólk vórðu tikin av døgum í serbiska býnum Novi Sad í januar í 1943. Harafturat er hann ákærdur fyri at hava givið boð, at 30 onnur fólk vórðu flutt burtur og seinni tikin av døgum. Sambært ákæruritinum vórðu 36 fólk avrættað eftir hansara boðum.

Sandor Kepiro bleiv tikin og ákærdur, tá seinni heimsbardagi endaði, men hann bleiv fríkendur í 1946. Hann búsetti seg í Argentina, men í 1996 flutti hann til Ungarn, og har hevur hann búð síðani.

Jødiskir felagsskapir í Ungarn hava alla tíðina kravt at, at málið ímóti Sandor Kepiro skuldi takast uppaftur, og nú er hann aftur í rættinum.