Uppskotið er ógvuliga umfatandi, og tað eru serliga tvær greinar sum vekja ans. Jaliga og neiliga. Hálvttriðja ár eftir at Finnur Helmsdal, sáli og Annita á Fríðriksmørk løgdu fram á ting uppskot um broytingar í grein 266b, er slíkt hamskifti farið fram í politisku skipanini, at m.a. menn, sum tóku seg úr táverandi ABC-samgonguni, orsakað av andstøðuuppskotinum hjá floksfeløgum mínum, nú hava stuðlað landsstýriskvinnuni í at herða hesa somu grein, og verður hetta gjørt við at seta eitt stk. 2 í greinina. Tað eru Guðs børn, ið batna. Jógvan á Lakjuni mutaði eitt sindur ímóti undir fyrstu viðgerð, hótti mjúkliga við at taka seg úr samgonguni, um uppskotið ikki varð tikið aftur tað kvøldið, men tað flutti onki, hann bleiv fullkomuliga ignoreraður, og var annars somikið einsamallur í sínum andróðri, at roknast má við, at ómælandi formaðurin í rættarnevndini er ein av eiðsvornu bakkunum hjá Anniku, og hon hevði vallað lagt uppskotið fram, um samgongulimirnir í rættarnevndini ikki høvdu givið henni carte blanche til at leggja uppskotið fram. Herðingin í greinini er: ”Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed.” Øll greinin sær annars soleiðis út, nú hon liggur í viðgerð í løgtingsins rættarnevnd:
§ 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed.
Onnur grein í uppskotinum hjá Anniku Olsen er §98, og hendan hevur ein meira dramatiskan substans. Stórthundrað ár eftir at tjóðskaparstríð føroyinga veruliga tók dik á seg, meira enn seksti ár eftir fólkatkvøðuna, har føroyska fólkið tók avgerð um, at skipa sín egna stat og meira enn 10 ár eftir, at eitt fullveldislandsstýri á fyrsta sinni proklameraði í sínum samgonguskjali, at nú skuldi føroyski staturin umsíður skipast, kemur núverandi innlendismálaráðharrin hjá Fólkaflokkinum (radikalt sjálvstýri) fram á Løgting við soljóðandi uppskoti:
§ 98. Den, som foretager en handling, der sigter til ved udenlandsk bistand, ved magtanvendelse eller ved trussel derom at bringe den danske stat eller nogen del af denne under fremmed herredømme eller at løsrive nogen del af staten, straffes med fængsel indtil på livstid.
Stk. 2. Efter bestemmelsen i stk. 1 straffes også den, som med det nævnte formål iværksæt-ter mere omfattende sabotage, produktions- eller trafikstandsning, samt den, der deltager i sådan foranstaltning vidende om, hvortil handlingen sigter.
Samanumtikið ger hetta øll tjóðveldis- og loysingarfólk til potentiellar fangar í donskum geglum. Greinin ásetir, at tú verður búraður inni fyri lívstíð, um tú bara hóttir við ætlanum um, at skekla partar av danska statinum úr ríkiseindini. Flokkurin hjá uppskotsstillaranum, sum einaferð var flokkurin hjá Jóannes Bónda og Thorstein Petersen, man ikki halda, at hann longur er innanvert rimamarkið, somikið er hann hvokkin í tjóðskaparstríðnum, men haðani og viljað at seta danskar revsiásetingar í gildið í Føroyum, ið hava til endamáls, at búra tey inni í donskum fongsulsklivum, sum framvegis stríðast fyri yvirskipaðum føroyskum tjóðskaparmálum, fyri at seta nationalstatin sum politiskan karm um tjóðina, tað man vera heimsmet í undanstøkking.