Í Ísrael hevur ríkisadvokaturin gjørt av, at stjórnin kann lata 980 palestinskar fangar sleppa úr ísraelskum fongslum í býti við ein ísraelskan hermann, sum hevur verið fangi hjá Hamas tey seinastu trý árini.
Ísraelsmenn og palestinar hava tingast leingi um eitt fangabýti, og egyptiskir og týskir diplomatar hava virkað sum semingsmenn. Ísraelski hermaðurin, sum eitur Gilad Shalit, bleiv burturfluttur í 2006 og hevur verið í Gaza-geiranum síðani.
Fyri tveimum mánaðum síðani almannakunngjørdi Hamas eitt sjónband. Har sást Gilad Shalit sita og lesa eitt blað, sum var dagfest tann 14. september, skrivar AP.