Felagið Eysturbúgvar í Havn heldur aðalfund fríggjakvøldið 3. februar kl. 19.00 í Skansastovu, Dj. í Geilgøtu 1.
Aðalfundurin byrjar við at Dorete Bloch Danielsen heldur fyrilestur um dreparasniglarnar, ið eru eitt afturvendandi samtaluevni í býarpartinum.
Síðani verður sjálvur aðalfundurin, og kvøldið endar við eini hugnaløtu.
Felagið Eysturbúgvar varð upprunaliga stovnað við tí endamáli at skapa hugna og samanhald millum tey sum búgva í eysturbýnum. Stigtakarar til felagið vóru millum onnur Brandur Øssurson, Jógvan Telling Joensen og Trúgvi Hansen, sum hevði handilin Eysturbúðina. Felagið skipar t.d. fyri tunnusláing á fastalávint, nýggjársbáli og grillkvøldi og øðrum tiltøkum á spæliplássinum.
Í nevndini í dag sita: Allan Sørensen, Sólvá Johannesen, Malan Poulsen, Johan Petur Johansen og Thorbjørn Brochs, sum er formaður. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg á fundinum, og nevndin vónar, at møtt verður fjølment.