Á midnátt broytast tilmælini munandi

Koppsett fólk skulu ikki í sóttarhald, bara fólk við sjúkueyðkennum og fólk í húsinum skulu kannast við pcr-kanningum

 


Á midnátt verður eitt stórt stig tikið fram í móti at vit fáa ein vanliga gerandisdag aftur, nú koronuavmarkingarnar verða munandi linkaðar.

Savniningarmarkið upp á 100 fólk varð tikið av 21. januar, og á midnátt verða hesar broytingar gjørdar:

•    Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.

•    Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.

•    Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.

•    PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:

   o    Fólk við sjúkueyðkenni

   o    Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.

   o    Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

Og frá 15. februar verða hesar broytingar gjørdar í tilmælunum:

•    Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.

Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.

Og frá 28. februar verða hesar broytingar gjørdar í tilmælunum:

•    Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.

Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi