Á nýggjari gøtu á Nesi

Ofta verður víst til gamlar gøtur - ella, at ganga á gomlum gøtum, men í Nes kommunu kunnu tey nú ganga á einari nýggjari gøtu.

Seinastu tíðini hava tey í Nes kommunu arbeitt við at gera eina gongugøtu av Agninum og niðan á Gaddavegin á Nesi.

 

- Høvuðsarbeiðið við gravimaskinu hevur Falkon gjørt, og arbeiðsmenninir hjá kommuni hava síðan tikið sær øðrum arbeiði í samband við gøtuna. 

 

Í góðveðrinum mikudagin varð fyribils seinasta hond løgd á verkið. 

 

- Vit bæði vóna og vænta, at gøtan verður til gleði og gagns fyri okkara borgarar.

 

Í Nes kommunu siga tey, at ljós seinni skulu setast upp við gøtuna, eins og gøtan eisini skal astalterast.