Tíðindaskriv:
Tað er siður í OY at gera eina serframleiðslu hvørt hundranda batch. Nú eru vit komin til batch nummar 300 og hava havt í huga teir 300 spartanarnir.
Talan er um eina 3x reyð IPL við TDH (Triple Dry Hopped).
Ølin er byrggjað við fýra humlum: krush, chinook, centennial og polaris. OG við IBU 300 er hetta ein bittur øl, sum passar væl til heitið á ølini. Kcal er 333.
OY bjóðar samstundis ókeypis smakkiroyndir av Batch 300 í Rúsuni í Miðlon og í OY sjoppini í dag frá kl. 15.00 til 17.30 – tað er sera avmarkað nøgd.