Aðrir dagar

Einki er at siga til, um veteranurin hjá VB, Bjarni Johansen, var fegin, nú tað eydnaðist VB at fáa fulla úrtøku.
- Hetta eru aðrir dagar. Vit skoraðu enntá trý mál, og tað er í øllum førum meira, enn vit hava gjørt í nøkrum dysti í ár, helt hann.
- Eg haldi eisini, at vit vóru øðiliga tendraðir. Vit vildu vísa, at hesa ferð skuldu vit hava øll stigini, og sum heilt gekst tað eisini heilt væl. Vit komu eisini fram til onkrar møguleikar, men fyri steðgin tóktist tað kortini vera sama søgan um, at vit ikki skora.
Og tit misnýttu eisini brotsspark, sum Dan Djurhuus brendi. Fóru nakrir tankar ikki ígongd hjá tykkum tá?
- Jú. Tað gjørdu tað. Men tíbetur megnaðu vit allir - og ikki minst Dan - at koma væl aftur í dystin, helt Bjarni.
- Móti endanum sovna vit kanska nakað, men tíbetur eydnaðist at halda tørn, soleiðis at stigini vórðu fingin til høldar.