Á solidariskum grundarlag

Veljararnir - og serliga kvinnurnar - halda at tað er ein almenn uppgáva at skipa pensjónirnar í Føroyum. Umleið helmingurin av føroyingum heldur, at pensjónirnar skulu skipast á solidariskum grundarlag

Ein pensjón er ein almenn pensjón og ikki ein privat trygging.

Tað má verða niðurstøðan eftir at veljararnir eru spurdir um hvussu pensjónirnar skulu skipast í framtíðini.

Serliga eru tað kvinnurnar, sum halda tað verða best, sum er.

58 prosent av teimum, sum eru fyri at tryggingarnar verða á solidariskum grundarlag eru kvinnur.

Hinvegin eru 52 prosent av teimum, sum eru fyri privatum tryggingum menn.


Tey yngru fyri

Tá tað er so stórur meiriluti fyri solidariskum tryggingum, so er sjálvandi torført at siga, í hvør er mest áhugað fyri privatum tryggingum, men eftir øllum at døma, so er tað yngra ættarliðið, sum er fyri privatum tryggingum, meðan tey eldru eru meira afturhaldandi.

Býtt á valdømir, so eru tað enn einaferð vágamenn og hesaferð eisini sandoyingar, sum eiga støsrtu undirtøkuna fyri privatum tryggingum.


Størst mótstøða

í Norðoyggjum

Hinvegin eru norðoyingar teir, sum eru heitastir fyri solidariskum tryggingum.

Sætti hvør veljari úr norðoyggjum er fyri solidariskum tryggingum meðan bert annar hvør vil hava privatar tryggingar. Restin av norðoyingum hevur ikki tikið støðu til henda spurning


Fólkatryggingin

Í seinasta valskeiðið var eitt uppskot um fólkatrygging lagt fram, men tað fall sum kunnugt burtur, tá løgmaður útskrivaði løgtingsval.

Fólkaflokkurin sat tá, sum nú í samgongu, og tí er mikið hugsandi, at teir aftur hesaferð fara at arbeiða við hesum málinum.

Tað stendur ikki beinleiðis nevnt í samgonguskjalinum, men orðingin er soljóðandi:

»Pensjónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerar. Endamálið er at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Nevndin, sum er sett at kanna pensjónsøkið ger arbeiði sítt liðugt og úrslitið verður viðgjørt í samgonguni og neyðug stig verða tikin«.

Ræ´ttiliga rúm orðing, men tað er eingin ivi um, at Fólkjaflókkurin er áhugaður at fáa sítt uppskot aftur fyri tingið.

So er spurningurin vara, um Sjávlstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin taka undir við einum slíkum uppskoti tá til stykkis kemur.

Men politikararnir mugu tá hava í huga, at Føroya fólk er ikki áhugað í »ógvusligum broytingum« tá tað snýr seg um pensjónir.

Tey halda ikki, at tað er rætt at tey sum forvinna mest, skulu hava fyrimun. Tey vilja heldur hava, at tað almenna skal taka sær av pensjónunum og at tær skulu skipast ásolidariskum grundarlag.