Á Toftum fyri tíggjundu ferð

Sum nakað nýtt, verður í ár skipað fyri ymiskum tiltøkum í vikuni upp undir festivalin.

 

 

 

 

Aftur í ár fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri árliga bátafestivalinum, sum hvørt ár síðan 2005 hevur verið hildin fyrsta leygardag í mai. Hetta verður sostatt hin tíggjundi bátafestivalurin á Toftum.

 



Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, savnast bátarnir í Skálafirði um middagsleitið henda dagin, og síðan stevnir fylgið út eftir Skálafjørðinum og út á Toftir, har bátarnir koma klokkan 14.

 

- 

Í ár verður tó skipað soleiðis fyri, at bátarnir kunnu liggja nátt í Søldarfirði, og í tí sambandi verður hugnaløta í Søldarfirði fríggjakvøldið 2. mai. 



 

Á Toftum siga tey, at tá komið er út móti Oyrunum leygardagin, og bátarnir eftir neyvari skipan stevna inn í Oyrahavnina og leggja til bryggju, setir Harmonikuliðið sín dám á við at spæla sjómanssangir. 



 

- Tá so allir bátarnir eru komnir trygt í havn, verður borðreitt við suppu. 

Ymiskt verður til undirhalds á stevnuøkinum, sum seinnaparturin og kvøldið ganga, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

Lagt verður aftrat, at tá kvøldið kemur, verður stórur dansur í tjaldinum við Halli Joensen Band.

 

Sum nakað nýtt, verður í ár skipað fyri ymiskum tiltøkum í Nes kommunu í vikuni upp undir bátafestivalin. 

 

- Talan verður um ymisk mentanarlig tiltøk, fyrilestrar og annað.

 

Tað verður Nes kommuna, sum saman við frítíðarfelagsskapum í kommununi, ið skipa fyri hesum partinum av tiltøkunum.