AA skrivaði fyrsta kapittul  nú skriva vit kapittul tvey

Stjórin í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen, ásannar, at Atlantic Airways hevur havt stóran týdning fyri føroyska flúgving, har felagið eftirhondini hevur drúgvar royndir og væl útbúgvið fólk. Hann vísir tó aftur, at FaroeJet hevur yvirbjóðað AA í peningi til starvsfólk, nú tað er greitt, at eini 23 av 25 starvsfólkum hjá FaroeJet fyrr ella seinni hava verið í starvi hjá Atlantic Airways

Flúgving

Sosialurin var við á fyrstu almennu flogferðini hjá FaroeJet mánadagin millum Vágar og Keypmannahavnar. Sambært ferðaætlanini skuldi flogfarið avstað úr Vágum klokkan 11.30, men fráferðin var eitt vet seinkað.
Stívliga sjeyti fólk vóru umborð á flogfarinum, tá ið vit lættu okkum á.
Undir liðini á blaðstjóranum á Norðlýsinum, Oliver Joensen, sessaðust vit í fremstu røð í høgra borði.
Flogfarið hjá FaroeJet er upprunaliga bygt til 112 ferðandi, men umborð eru bert 94 setur. Hetta merkir, at gott pláss er aftur og fram millum setrini sum eru rúmlig  og soleiðis er eisini gott pláss til beinini.
Ein av okkara fyrrverandi starvsfeløgum á Sosialinum, Terji Nielsen, var eisini við á hesi ferð. Hann er vælvaksin maður og segði, at munur er á at sita í hesum flogfarinum og einum øðrum flogfari av sama slagi, har fleiri setur eru.
FaroeJet hevur einar 10 flogternur í heiltíðarstarvi, men felagið krevur ikki, at allar arbeiða fulla tíð. Tí er talið av flogternum, sum knýttar eru at felagnum, eini 15-16.
Flogfarið stendur í Keypmannahavn um náttina, men manningarskifti fer fram í Føroyum.
Stjórin í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen, sigur, at felagið hevur ásannað, at starvið sum flogterna kann vera bundisligt við lítlari frítíð við hús, og tí eru flogternur vælkomnar arbeiða hjá felagnum hálva tíð ella minni, um tað er ynskiligt.
- Vit hava ikki sett sum krav, at flogternurnar skulu arbeiða fulla tíð, sigur hann og heldur, at hetta er ein skipan, sum ger tað lættari hjá teimum, sum ynskja at vera meira við hús, at arbeiða umborð á flogførum.
Á hesi fyrstu ferðini fingu vit øll, sum við vóru, eina vekjaraklokku við lítlum viðheftum brævi. Brævið byrjar við áskriftini, FaroeJet  first flight!
Hjartaliga vælkomin umborð á okkara fyrstu almennu flogferð millum Vágar og Keypmannahavn.
Á lítlu og fittu klokkuni stendur eisini
skrivað: FaroeJet  first flight! og við er eisini búmerkið av sóljuni.
FaroeJet bjóðar á øllum ferðum  bæði úr Danmark og heim til Føroyar og niður aftur til Danmarkar, heitan mat.
Á hesi fyrstu ferðini fingu vit eisini heitan mat, sum minti um kalkunbringu, spaghetti og okkurt slag av sós. Aftrat fingu vit bollar aftur við.
Maturin var sera heitur og smakkaði væl!
Jóhan E. Simonsen sigur, at tað er Gate Gourmet í Keypmannahavn, sum syrgir fyri matinum, tá ið farið verður úr Danmark, og í Føroyum er tað Hotel Vágar, ið ger matin til tey ferðandi.
- Málið hjá okkum er góð tænasta á høgum støði. Vit hava eisini gjørt tað soleiðis, at tá ið ferðandi skulu keypa tollfrítt, verður vøran koyrd runt millum ferðafólkini. Á henda hátt kunnu tey síggja okkara útboð, áðrenn tey bíleggja vøruna, sigur hann.
Stjórin dylur ikki, at FaroeJet við vilja hevur eitt øðrvísi útboð, enn flogførini hjá Atlantic Airways hava, og hetta geldir bæði rúsdrekka, góðgæti og gávulutir.
Í blaðnum, FaroeJet Magazine, sum liggur í flogfarinum, sigur stjórin, at tey, ið standa aftanfyri nýggja flogfelagið, seinastu mánaðirnar hava lagt alla orku í at fáa hesa verkætlan fullførda.
- Tí er hetta ein stórur dagur og ein rættilig stórhending fyri okkum, nú vit hava fingið luft undir veingirnar, leggur hann aftrat.
Í blaðnum greiðir stjórin eisini frá, hví FaroeJet hevur valt at kalla hetta fyrsta flogfarið hjá felagnum, Sólja, sum er tjóðarblóma Føroya.
- Í Føroyum sprettur sóljan vanliga í mai, og í so máta er árið einki undantak. Og tó, leggur hann aftrat:
- Tann eina av sóljunum, ið er sprottin í ár, er heilt serstøk.
Búmerkið hjá FaroeJet ímyndar eina sólju, og liturin gongur aftur í mest sum øllum eyðkennum hjá felagnum, eitt nú búnum, heimasíðu og prentlutum.
Í greinini ásannar Jóhan E. Simonsen, at tað hevði ikki verið gjørligt at bygt felagið upp  frá berum upp á minni enn fimm mánaðir uttan øll tey fólk, sum eiga sín lut í hesi verkætlan.
- Fyrst og fremst stigtakararnir, sum við áræði og royndum settu gongd á. Harnæst íleggjararnir, sum við sínum framskygni og vágafýsni settu sín sparipening í felagið. At enda  men ikki minst  starvsfólkið, sum uttan nakað hóvasták hevur lagt alla sína tíð og alla sína orku í at fáa felagið á føtur.
Stjórin í FaroeJet vísir á, at eingin kennir framtíðina, men kortini ivast hann onga løtu í, at felagið er komið fyri at vera.
- Um bert onkur av okkara mongu ætlanum og hugskotum verða veruleiki, verður Sólja bert ein av mongum í einum veksandi sóljuteigi, sigur Jóhan E. Simonsen.
Tað var Jógvan Simonsen, pápi Jóhan, sum fekk hugskotið at seta á stovn nýtt flogfelag. Hetta var um sama mundi, sum Maersk Air gavst at flúgva til Føroya.
Hugskotið hjá Jógvani fall í góða jørð hjá Hans Meinhardi á Høgabóli, flogskipara og Mouritsi Joensen, tekniska leiðara, og hesir fingu eisini Una Danielsen á Flogfelag Føroya við sær.
Tá ið hesir høvdu arbeitt við ætlanini í eina tíð, løgdust nýggjar og yngri kreftir aftrat, eitt nú Knút Lutzen, Mourits Joensen, yngri og Jóhan E. Simonsen.
Stjórin í FaroeJet ásannar, at tað hevur havt stóran týdning fyri felagið, at fólk við drúgvum royndum innan flúgving í Føroyum hava verið við frá fyrsta degi.
Tey allar flestu av starvsfólkunum hjá FaroeJet, helst eini 23 av 25, hava fyrr ella seinni verið í starvi hjá Atlantic Airways.
Jóhan sigur, at FaroeJet hevur ikki yvirbjóðað Atlantic Airways í peningi fyri lønir.
Tað er ikki á hvørjum degi, at tú sleppur at verða við til at uppbyggja eitt felag frá botni. Eg trúgvi, at hetta hevur havt sín týdning fyri, at fólk vilja arbeiða hjá okkum, sigur hann.
Stjórin ásannar, at Atlantic Airways
hevur havt stóran týdning fyri føroyska flúgving, har felagið eftirhondini hevur drúgvar royndir og væl útbúgvið fólk.
- Vit kunnu siga, at Atlantic Airways hevur skrivað fyrsta kapittul innan føroyska flogsøgu  og nú eru vit farnir undir at skriva kapittil tvey, sum hann tekur til.
Sosialurin fer at venda aftur til FaroeJet í blaðnum í morgin.