Síðani í heyst hevur fyrrverandi TB og B36 spælarin, Gilli Sørensen, roynt seg í Aalborg, har hann er sáttmálabundin at AaB.
Fleiri føroyskir spælarar hava áður roynt seg har, uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna sær fast pláss á liðnum. Sambært bold.dk so heldur ítróttarstjórin í felagnum, Allan Garde, at Gilli Sørensen hevur evni, ið kunnu geva honum møguleika at standa seg:
-Tað er neyðugt at geva tol, men Gilli hevur góðar dygdir. Hann hevur fínu komibantiónina av bæði at vera ógvuliga skjótur og kropsliga sterkur. Venjararnir arbeiða við at venja hann at spæla her hjá okkum. Fyrsta fetið er at verða likamliga nóg væl fyri at spæla í superliguni, og tað fer nakað av tíð við. Tað er eitt stórt lop úr føroysku kappingini og í superliguna, sigur Allan Garde við bold.dk.
-Tað tekur eisini tíð hjá honum at venja seg við mátan, sum vit spæla. Mátin er øðrvísi, enn tað, sum Gilli er vanur við í Føroyum. Hann hevur nakrar dygdir, sum er orsøk til, at vit halda hann vera áhugaverdan at fáa í okkara felag, men vit skulu hava tol við honum.
Enn er ikki heilt greitt, hvør leikluturin hjá 21 ára gamla Gilla Sørensen í AaB verður nú í vár.
-Um hann er nóg góður, so eri eg vísur í, at Kent Nielsen fer at geva honum møguleikan. Men royndirnar siga okkum, at tað tekur tíð at venja seg við nýggju umstøðurnar og avbjóðingarnar, sigur Allan Garde, ítróttarstjóri í AaB við bold.dk.