AaB-verjuspælarar skora mál

Verjuspælararnir hjá danska superligafelagnum AaB duga at gera mál. Sunnudagin skoraðu bæði Michael Jakobsen og Kasper Risgaard í sigrinum á FC Midtjyllandi. Danska heimasíðan bold.dk skrivar, at verjan hjá AaB hevur havt truplleikar alt árið, men sunnudagin var tað hon, sum syrdi fyri sigrinm á FC Midtjyllandi. Og so ber til at skoyta upp í , at føroyski verjuspælarin í AaB, Jón Rói Jacobsen, eisini hevur gjørt mál AaB í ár.