Aaja Chemnitz stillar ikki uppaftur á fólkatingsvalinum

Aaja Chemnitz hevur verið grønlendskur fólkatingslimur síðani 2015. Nú fer hon at gera nakað annað.

Grønlendski politikarin Aaja Chemnitz, sum er vald fyri grønlendska flokkin IA (Inuit Ataqatigiit), stillar ikki uppaftur á komandi fólkatingsvali.

Tað skrivar hon í einum uppslag á Facebook.

– Av hjarta, TAKK til tykkum øll, sum hava heppað, bakkaað meg upp og stuðlað mær seinastu 10 árini. Eg eri meira enn til reiðar at venda einum nýggjum blað, skrivar hon í uppslagnum.

– Saman hava vit avrikað meira, enn eg tordi at droyma um. Eg vóni, at tit fylgja næsta kapitlinum í mínum lívi - eg eri vís í, at tað verður stuttligt og spennandi.

Hon gevur ikki nærri frá, hvørjar ætlanir hon hevur í framtíðini, og um so er, hvat hon serliga fer at gera.

Fyrr í dag skrivaði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, út fólkatingsval at verða 24. mars Tað gjørdi hon av fólkatingsins røðarapalli.

Tað var ikki heilt óvæntað, at Mette Frederiksen útskrivaði fólkatingsval í dag.

Valsøgurnar á Christiansborg hava verið leingi, og valið skuldi vera í seinasta lagi 1. november í ár í øllum førum.

 

/Ritzau/