Seinnapartin í dag hevur regnað illa – í øllum førum í Havn. Veðurstøðirnar hava boðað frá nógvum regni – serliga í gjár, tá yr.no boðaði frá at í dag fór at regna upp í 30 mm. Hesi veðurtíðindi vórðu tó broytt so mikið nógv, at onkur helt, at tey mundu hava sett eitt komma skeivt.
Um klokkan 15 seinnapartin regnaði tó illa, og toran gekk fleiri ferðir.
Uttan fyri Miðlahúsið í Tórsgøtu í Vágsbotni í Havn var sera vátt – og Tórsgøta sýntist meira eini á at vera, heldur enn gøtu.
Hyggi eisini eftir myndunum í myndatema á in.fo/index.php