Enn einaferð verður innsiglingin til Skopunar havn ruddað fyri grót, og hesaferð er tað danska felagið, Peter Madsen Rederi A/S við skipinum - Aase Madsen - sum ger arbeiðið.
At grót legst fyri innsiglingina, er ikki ein nýggjur trupulleiki, og danska felagið hevur áður verið partur av ruddingararbeiði í Skopun sum undirveitari hjá føroyskum fyritøkum.
Talan er serliga um grót, ið hevur ligið sum verja á ytru síðuni á norðasta brimgarðinum og líka sum hevur "loftað" einum parti av briminum, tá uppgangur er.
Men, brimið hevur megnað at flutt hetta grótið, sum síðan er endað fyri sjálvari innsiglingini, og tí hevur áður verið neyðugt at taka fleiri hundrað rúmmetrar av gróti upp aftur av botni.
Málið hjá Landsverki hevur verið at ruddað innsiglingina niður á 7,2 metrar dýpi.
Landsverk hevur áður sagt, at sannlíkindi eru fyri, at komandi stormar og ódnir aftur fara at flyta grót inn í innsiglingina, so trupulleiki aftur fer at standast av hesum.
- Vit hava tí sett okkum í samband við Dansk Hydraulisk Institut fyri at fáa kannað og framt eina varandi loysn, hevur Landsverk áður sagt.
In.fo ætlaði í morgun at fregnast hjá Landsverki um hesa ætlaðu "varandi loysnina", men har eru tey í summarfrí fram til mánadagin, 14. august.