AB er aftur í fremstu røð

Eftir tvey ára steðg í næstbestu deildini verður AB í 2013 aftur partur av bestu deildini. Tað er greitt, nú næstsíðsta umfarið er av. AB hevur í dag vunnið 4-1 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Tá ið Skála samstundis tapti 2-1 í Klaksvík ímóti KÍ, so er tað greitt, at tað verður AB, sum saman við 07 Vestur skal spæla í Effodeildini í 2013.

 

Tað var leingi striltið hjá AB, men so eydnaðist tað fram ímóti endanum at skora trý mál. Innskifti Hørður M. Mohr skoraði tvær ferðir í 2. hálvleiki, og Leivur Mohr Joensen, sum í 1. hálvleiki hevði javnað, staðfesti stórsigurin, sum ber uppflytingina við sær.

 

Á Argjum er stórur fagnaður, nú tað er greitt, at AB aftur er partur av bestu deildini. Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, segði seg ongantíð í dag hava verið órógvaðan, hóast EB/Streymur í 1. hálvleiki eina løtu var á odda.

 

-Vit høvdu væl betri tak á spælinum enn mótstøðuliðið, og tá ið vit gjørdu alt rætt, so visti eg, at tað bara var ein spujrningur um tíð, nær tað fór at eydnast at skora mál og harvið at vinna, segði venjarin, sum hevði á orði, hvussu væl ungi tvey mála skjúttin Hørður M. Mohr stóð seg.

 

-Eg visti, tá ið hann varð skiftur inn, at hann fór at skora, tí hann hevur framúr gott spark og serliga langskotini hjá honum eru góð, segði Sámal Erik Hentze í øllum fagnaðinum úti í Vika á Argjum.

 

Úrslit:

 

KÍ-Skála 2-1 (0-0)

1-0: Johan Jacobsen 51.

2-0: Bjarki Vágstún 90.+1.

2-1: Petur Pauli Mikkelsen 90.+.

 

AB-EB/Streymur 4-1 (1-1)

0-1: Jens Michael Jensen 12.

1-1: Leivur Mohr Joensen 37.

2-1: Hørður M. Mohr 80.

3-1: Hørður M. Mohr 89.

4-1: Leivur Mohr Joensen 90-+2.

 

07 Vestur-B71 2-0(1-0)

1-0: Brian Olsen 9.

2-0: Brian Olsen 59.

 

HB-NSÍ 7-0 (1-0)

1-0: Jógvan Andrias Nolsøe 19.

2-0: Jogvan Andrias Nolsøe 55.

3-0: Hendrik Rubeksen 60.

4-0: Jógvan Andrias Nolsøe 64.

5-0: Hendrik Rubeksen 66.

6-0: Hanus Thorleifsson 70.

7-0: Hendrik Rubeksen 84.

 

Víkingur-B68 3-1 (2-0)

1-0: Andreas Djurhuus 27.

2-0: Ingi Sørensen 31.

2-1: Búi í Hjøllum 62.

3-1: Per Gregersen 63.

 

Støðan

07 Vestur 65

AB 58

Skála 54

HB 44

Víkingur 36

KÍ 35

B71 27

EB/Streymur 27

B68 14

NSÍ 14

 

27. og síðsta umfar verður leygardagin 22. september kl. 15.00

EB/Streymur-Víkingur

Skála-07 Vestur

B68-HB

NSÍ-KÍ

B71-AB

 

-----

 

LIÐUGT

KÍ-Skála 2-1

07 Vestur-B71 2-0

AB-EB/Streymur 4-1

HB-NSÍ 7-0

Víkingur-B68 3-1

 

90 min.

Petur Pauli Mikkelsen hevur eftir trunkaspæl minka um munin tveir minuttir inn í yvirtíðina í Klaksvík. Nú er støðan 2-1 til KÍ.

 

80 min.

Nú tað resta 10 minuttir av næstsíðsta umfari í 1. deild, bendir alt á, at AB longu í dag skal tryggja sær sess í bestu deildina næsta kappingarár. AB hevur nú lagt seg á odda 2-1 ímóti EB/Streymi. Hørður M. Mohr var júst skiftur inn, tá ið hann eitt sindur úr vinstru og av brotsteigarmarkinum smekkaði til, og bólturin sat í netinum.

Í Klaksvík er KÍ framvegis á odda 1-0 ímóti Skála.

 

70 min.

Í Klaksvík er KÍ framvegis frammanfyri 1-0. Skála roynir at leggja trýst á, men higartil hevur tað ikki verið serliga vandamikið.

Á Argjum er framvegis 1-1 millum AB og EB/Streym.

Í Sørvági er 2-0 til 07 Vestur ímóti B71.

 

55 min.

Sum tvær tær undanfarnu ferðirnar fyrr í ár, so er tað aftur í dag trupult hjá Skála ímóti KÍ. Tíðliga í 2. hálvleiki hevur Jóhan Jacobsen lagt KÍ framum 1-0 eftir innlegg úr vinstru.

á Argjum er støðan framvegis 1-1 millum AB og EB/Streym. Heimaliðið hevur vindin undan í 2. hálvleiki, og tað mesta gongur fyri seg frammanfyri EB/Streymamálið.

 

HÁLVLEIKUR

45 min.

Næstsíðsta umfarið í næstbestu fótbóltsdeildini er nú hálvrunnið. AB og Skála kappast um uppflyting.

Á Argjum, har EB/Streymur vitjar, er støðan1-1. Miðverjin Leivur Holm Joensen javnaði fyri AB, eftir at frísparksinnlegg varð sent innfyri úr høgru.

Í Klaksvík er støðan framvegis málleysur javnleikur millum KÍ og Skála.

Í Sørvági er 07 Vestur á odda 1-0 ímóti B71.

 

20 min.

Næstsíðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini erá skránni seinnapartin. Fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum var klokkan 15.00.

Næstbesta liðið hjá EB/Streymi vitjar á Argjum. Tað er nógvur vindur úti í Vika, og EB/Streymur spælir í 1. hálvleiki undan vindinum.

Eftir tíggju minuttir legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti var Jens Michael Jensen, sum við innaru síðuni setti bóltin í málið aftanfyri Heðin Stenberg.

Í Klaksvík stríðist Skála ímóti næstbesta KÍ liðnum, og har er støðan framvegis 0-0.