Sámal Erik vann í fjør gull í landskappingini við HB. Hann skal nú saman við Allani Mørkøre royna at venda skútuni hjá AB, sum í løtuni liggur niðast í Vodafonedeildini saman við FC Suðuroy. Seks stig eru upp til B71, ið liggur røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Komandi sunnudag bresta FC Suðuroy og AB saman í Vági. Taparin av tí dystinum far ógvuliga torført við at yvirliva í bestu deildini.
Tíðindaskrivi hjá AB ljóðar soleiðis:
FC Argir hevur gjørt avtalu við Sámal Erik Hentze um, at hann restina av kappingarárinum verður venjari hjá Vodafoneliðnum hjá AB saman við Allani Mørkøre.
Sámal Erik Hentze er hollur venjari og vælkendur í AB. Úrslitini higartil í ár hava ikki verið so góð sum ætlað, men lítið vantar í. FC Argir vónar tí, at liðið við styrkta venjaratoyminum fær eyka íblástur til at endurvinna sætið í Vodafonedeildini.
Allan og Sámal Erik eru longu farnir undir arbeiðið og hava í felag lagt ætlan fyri venjingarnar og uppleggið til komandi dystirnar.