AB flýgur ov høgt

- Mistakið er helst, at vit hava fingið ov nógv stig at byrja við. Vit meta, at vit eru oddalið, men tað eru vit bara ikki.

Tað sigur John Petersen, sum saman við Allan Mørkøre stendur á odda fyri besta mansliðnum hjá AB, við heimasíðuna hjá argjamonnum. Hann staðfestir, at talan ikki er um kreppu á Argjum.

- Vit liggja ikki illa fyri. Men vit hava ikki tikið av møguleikanum at vunnið okkum nærri miðbólkinum í deildini, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá AB.