AB flytur ikki upp

Yvirkærunevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at hvørki AB ella Skála skulu hava stig fyri dyst sínamillum

Fótbóltur

 

Nakrar vikur eftir kappingarlok er nú gjørt av, at tað verður MB og ikki AB, sum saman við Fram flytur upp úr 2. í 1. deild.

AB hevur havt hendan sessin, eftir at felagið í fyrsta umfari vann kærumál móti Skála, sum teir mettu hava nýtt ikki-lógligan spælara.

Skála kærdi tó málið, og vísti millum annað á, at eisini AB spældi við ikki-skrásettum spælara.

Yvirkærunevndin hevur nú viðgjørt málið, og har er niðurstøðan, at tá bæði feløgini hava nýtt ikki-skrásettan spælara, skal hvørgin parturin hava stig fyri dystin, sum annars endaði 2-2 á vøllinum.

Tað ber við sær, at AB missur stigini, sum teir annars høvdu vunnið í úrskurðinum frá Aganevndini, og tí verður tað nú MB, sum flytur upp í 1. deild.

Endaliga støðan í 2. deild er sostatt, at Fram vinnur deildina við 45 stigum. MB er nummar tvey við 29 stigum, og AB er altso nummar trý við 28 stigum.