KÍ hevur ongan møguleika at gera ein vørr í steypakappingini í ár. Tað er greitt, eftir at uppgerðin á Argjum er liðug í kvøld. AB vann 3-1 á KÍ eftir longda leiktíð.
Í 1. hálvleiki kom einki mál. Ein tími var farin, tá ið AB fekk hol á. Málskjútti var Evradr Blé. KÍ javnaði við brotssparki, sum Henry Heinesen umsetti til mál. Tá restaðu tíggju minuttir.
Tá ið farið varð undir longdu leiktíðina, var AB undirmannað. Eftir 68 minuttir varð Nikolai Eriksen hjá AB rikin av vølli.
103 minuttir vóru farnir, tá ið Evrard Blé umsetti brotsspark til 2-1 AB leiðslu. Í sama sambandi varð Sørmund Kalsø vístur av vølli fyri at hava bjargað við hondini. Í 113. minutti staðfesti Kenneth Jacobsen AB sigurin.