Sum skilst, so fer AB at gera sáttmála við John Tordar Poulsen í næstum. Framherjin, sum hevur sín fótbóltsuppvøkstur vesturi á Eiðinum í Vági, er fluttur aftur til Føroya.
Les eisini: AB sent áleypara heim
Argjamenn leita eftir einum áleypara, eftir at sáttmálin við Ivan Knezevic bleiv uppsagdur. Áleyparin úr Montenegro vísti seg als ikki at kunna gera um seg í føroyskum fótbólti, so partarnir valdu at skiljast.
Les eisini: Lætt at føra kærleikan víðari
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, segði tá, at felagið hevði eygu og oyru opin, men ásannaði eisini at tað stutt tíð til flytingarvindeygað letur aftur. Nú sær út til, at felagið hevur funnið ein áleypara í John Tordar Poulsen, sum spælt 79 dystir í bestu deildini. Hann hevur í seinastuni í Horsens Freja.