Yvirtóku útlendingarmál fyri at geva betri tænastu

– Vit hava í áravís hoyrt um, at tað var ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin. Hetta skuldi vera orsøk til eina alt ov langa viðgerðartíð, sigur tingmaður

Tað er Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, ein grein 52a fyrispurning um umálið.

 

Ítøkiliga spyr hann landsstýrismannin soleiðis:

 

1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi?

 

Helgi Abrahamsen vísir í viðmerking til fyrispurningin á, at Dagur og Vika visti at siga tann 12. august í ár, at tá føroyskir myndugleikar á heysti í fjør yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, gjørdust bíðitíðirnar fyri avgreiðslu av málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi munandi longri.

 

– Deildarleiðarin á Útlendingastovuni segði í sendingini, at ein av høvuðsorsøkunum til longdu bíðitíðina er manglandi arbeiðsorka, vísir hann á.

 

– Stjórin í Vinnuhúsinum segði, at ongar ábendingar eru um, at bíðitíðirnar eru í ferð við at blíva styttri, og tí noyddist Vinnuhúsið at gera vart við hesa støðuna.

 

– Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita eina betri tænastu, eftir at málsøkið er yvirtikið, sigur Helgi Abrahamsen.

 

– Vit hava í áravís hoyrt um, at tað var ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin. Hetta skuldi vera orsøk til eina alt ov langa viðgerðartíð, og spurnartekin hava eisini verið sett við rættartrygdina hjá umsøkjarunum. Tí gevur tað ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið.

 

– Gangast má út frá, at landsstýrismaðurin kennir hesa støðuna og hevur eina ætlan fyri, hvussu málið skal loysast, og tí verður hesin fyrispurningurin settur, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.