Argjamenn eru altíð blíðir og bjóða kaffi í hálvleikinum, so tá kaffikannan skuldi berast aftur eftir loknan dyst í gjár, sótu bæði nevndarlimir og ábyrgdarpersónar í køkinum inni í Vika, sum teir plaga eftir loknan dyst, tá fótbóltstilveran verður vend og endurskoðað. Vanliga við einum glimti í eyganum, men í gjár við meira álvarsemi enn vanligt, tí teir allir høvdu sæð skriftina á vegginum.
– Vit mugu bara síggja í eyguni, at tað er liðugt fyri hesa ferð. Liðið flytur niður, men vit missa ikki mótið fyri tað. Nú fara vit næsta ár at taka dystin upp í næstbestu deildini, so vit kunnu spæla okkum uppaftur beinanvegin, segði formaðurin í Argja Bóltfelag, Andrass Drangastein, eftir avgerandi tapið fyri B71 í gjár.
– Her er einki meira at gera hjá okkum í ár, og vit mugu bara ásanna, at tað er farið, sjálvt um tað er ein herskin biti at svølgja. Vit vistu, at hesin dysturin var avgerandi fyri, um vit yvirlivdu ella ikki, og nú vit taptu, duga vit eisini at síggja, at vit hava ein nýggjan veruleika at fyrihalda okkum til.
Ljósa framtíð
AB spældi fyrstu ferð í bestu mansdeildini í 2007, men noyddist beinanvegin niðuraftur. Steðgurin í 1. deild var kortini stuttur, og í hesum umfarinum hevur AB hildið sær uppi tvey kappingarár. Í fjør gjørdi liðið ein vørr mitt í kappingini, so tað rímiliga tíðliga gjørdist greitt, at niðurflyting ikki kom upp á tal. Tá alt var liðugt, var AB nummar seks við 34 stigum.
– Vit hava lært nógv av hesum báðum árunum, eins og vit eisini gjørdu tað í 2007, og eg eri vísur í, at tá vit koma uppaftur, fara vit at duga enn betur at handfara uppgávuna, tí tað er ikki lætt at vera nýggjur í Vodafonedeildini, sigur AB-formaðurin, ið heldur felagið vera væl fyri til at taka dystin upp komandi árini.
– Nógv ungt og gott fólk hava vit, so framtíðin hjá okkum sær ljós út. Tað er sjálvandi eitt sindur av einum bakkasti, at bæði Vodafoneliðið og 1. deildarliðið nú mugu flyta niður, men vit ætla okkum at fáa bæði uppaftur sum skjótast. Og eg trúgvi eisini, at tað fer at eydnast okkum.
Hava lært nógv
Ígjøgnum hetta kappingarárið hevur AB mist bæði venjara og fleiri spælarar, og formaðurin ásannar, at niðurflytingin kann vera ein avleiðing av, at alt rundan um liðið ikki hevur verið nóg støðugt.
– Ja, tað kann væl hugsast, at tær umstøðurnar hava spælt inn, tí tað hevur verið eitt sindur óróligt til tíðir. Men spælararnir hava so gjørt alt tað, teir hava kunnað, og vit mugu bara ásanna, at tað tíverri ikki rakk á mál, sigur Andrass Drangastein.
Eitt, sum hann heldur hava týdning fyri framtíðina, er at gera tingini í rættari raðfylgju, nú byggjast skal upp av nýggjum.
– Vit fara hesa ferð fyrst og fremst at fáa venjaraspurningin avgreiddan, áðrenn vit fara at tosa um spælarar. Tað er kanska nakað, vit nú hava lært til næstu ferð, heldur hann.