AB sendur framherja retur

Póllendingurin, sum hevur royndarvant við AB, er ikki nóg góður

Tað verður ongin sáttmáli gjørdur við 21 ára gamla Daniel Marcin Szymanski, sum seinastu vikuna hevur vant við AB. Hann hevur spælt við í tveimum venjingardystum, men tað hevur ikki eydnast honum at spæla seg til ein sáttmála.

Les eisini: AB roynir útlendskan áleypara

-       Hann var ikki betri enn teir spælararnar vit hava í felagnum, tí velja vit ikki at gera sáttmála við hann, sigur Sjúður Olsen, formaður í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá AB.

 Sostatt verður Daniel Marcin Szymanski ikki ein partur av hópinum hjá AB komandi kappingarár, men á Argjum verður leitað víðari.

-       Vit leita framvegis eftir einum áleypara, og vit leita framvegis uttanfyri landoddarnar, sigur Sjúrður Olsen at enda.