Argja Bóltfelag boðar í dag frá, at felagið hevur uppsagt sáttmálan við Ivan Knezevic. Áleyparin úr Montenegro kom til AB fyrr í ár, men hevur ikki staðið seg væl. Hóast eina yrkisleið í næstbestu deildini í Russlandi, so hevur gingið strilti hjá honum at passa til í AB.
- Tað riggaði ikki fyri báðar partar, so vit hava avtalað at ógylda sáttmálan. Tá ein útlendskur spælari kemur til AB, so skal hann lyfta liðið. Hann fer av landinum í dag og verður ikki partur av AB. Vit hava eygu og oyru opin, men tað er stutt tíð til flytingarvindeygað letur aftur, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið.
AB er aftur í bestu deildini, men hevur ikki lagt nógv fyri at styrkja liðið. Heldur er talan um eina uppbygging, har fleiri ungir spælarar fara at sleppa at royna seg. Ein av teimum nýggju er Árni G. Olsen úr EB/Streymi, meðan vónin var, at Ivan Knezevic kundi lyfta álopspartin.
Føroyska flytingarvindeygað letur aftur 15. mars. Argjamenn fáa sunnudagin vitjan av 07 Vestur á Argjum.