AB setti Skála upp á pláss

1. deild: Við sannførandi 4-0 sigri steðgaði AB góðu gongdini hjá skálamonnum. Tað vóru tvey lið á aldukambinum, sum seinnapartin hittust á Argjum.

AB hevði undan dagsins dysti vunnið seks ferðir á rað, og gongdin hjá ungu skálamonnunum hevur seinastu vikurnar verið so mikið hugalig, at liðið er klatrað upp á fjórða pláss, eftir at tað í fyrstu umførunum var rættuliga soltið.

Á Argjum var eingin ivi. 4-0 ber boð um, at heimaliðið var nógv meiri sannførandi.

Tað vóru tveir spælarar, sum í ár eru komnir á Argir, ið skoraðu málini.

Hósdagin skoraði Martin Olsen bæði málini í 2-0 sigrinum í Sørvági, og longu miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði hann skoraði tvær ferðir ímóti Skála.

Tíggju minuttir eftir steðgin økti hjálparvenjarin, Milan Kuljic, til 3-0, og hann staðfesti rimmar sigurin, tá ið tað restaði ein minuttir.