AB skiftir kós – stór útskifting í hópinum

Betri deildin menn: AB boðar frá, at felagið skiftir kós og fer at halda seg til spælarar úr londum nærri okkum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Karl D. Leth er ein av spælarunum, sum ikki heldur fram í AB

Argja Bóltfelag er millum mest umtalaðu feløgini í føroyskum fótbólti í ár. Tilgongdin av fleiri útlendskum spælarum, hevur sett sjóneygnuna á AB. Nú boðar felagið frá, at tað verða fleiri skiftingar verða í hópinum í summar. Tað verður eisini sagt, at felagið nú satsar upp á spælarar,s um koma úr londum nærri okkum.

 

- Tá kappingin byrjar aftur, verða fleiri nýggj nøvn á spælaraskránni og fleiri, ið ikki eru ein partur av liðnum longur.. Tískil verður liðið eftir summar eitt lið við nógvum broytingum, og við spælarum, sum í størsta mun koma úr londum nærri Føroyum, skrivar AB á uppslagi á Facebook.

 

Bolt.fo sigur seg vita, at talan er um donsku Karl D. Leth og Rasmus Jepsen-Jacob, finska Onni Tiihonen, argentinska Augustin Marsico, finska Robbie Azodo og amerikanska Coby Atkins.

 

AB skrivar:

 

Tá vit byrjaði árið 2022 vistu vit ikki heilt hvussu fór at verða, men vit vistu, at tað fór at verða annarleiðis, og fór at krevja hart arbeiði bæði hjá leikarum, venjarum og hjá felagnum. Vit hava í ár roynt okkurt nýtt, fyri at betra um støðið í AB á besta liðnum, og millum okkara egnu. Vit hava í løtuni eitt aldursgap, sum ger, at ringt er at manna eitt heilt lið við lokalum kreftum.

 

Í storminum, sum vardi nærum út í eitt frá januar-mars, komu fleiri ungir mans, sum vildu royna seg í evropeiskum fótbólti, og fáa møguleikan at fara víðari í evropeiskum fótbólti. Nakrir komu frá londum sera langt burturi, og aðrir nærri Føroyum. Fleiri av hesum fara nú heimaftur. Nakrir leingjast heim, aðrir hava havt harða byrjan við nýggjari mentan og ringum veðrið, og hava havt ringt at fella til og tí ynskt at fari heim aftur. Harafturat, hevur nógva miðlaumtalan eisini ávirkað leikararnar, umframt skelkurin av venjaraskiftinum.

 

Avtalað hevur frá byrjan verið við summar av hesum leikarum, at teir við førleikum til tað, skuldu sleppa at royna sær eydnuna til royndarvenjingar í Danmark ella aðrastaðni. Tískil verður liðið eftir summar eitt lið við nógvum broytingum, og við leikarum, sum í størsta mun koma úr londum nærri Føroyum.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Karl D. Leth er ein av spælarunum, sum ikki heldur fram í AB