Tað eydnaðist ikki toppliðnum at vinna, tá ið NSÍ í kvøld vitjaði AB, sum er botnlið.
Úrslitið var 0-0.
Seinastu løtuna trýsti NSÍ, men teir gulu spældu seg ikki til upplagdar málmøguleikar. Heðin Stenberg í AB málinum var ein sannur brandur, og heimaliðið hevði fleiri ferðir hug at bjóða av í hinum endanum.
Hugburðurin hjá AB vísti, at tað er alt ov tíðliga at avskriva argjamenn.
90 min. + 2
0-0
Liðugt
85 min.
0-0
AB heldur tørn, og NSÍ hevur skund, men enn hevur tað ikki eydnast oddaliðnum at spæla seg til púra upplagdan málmøguleika!
80 min.
0-0
Bæði liðini hava skift út. Hjá NSÍ er Jann Martin Mortensen farin av vøllinum, og Debus Danielsen er komin á vøllin. Jákup P. Dam er settur inn í AB álopið.
65 min.
0-0
Tummas Justinussen er farin út, og í staðin hevur AB sett Sjúrð Ellefsen inn á miðvøllin.
Mortan úr Hørg hjá AB hevur sæð gult.
55 min.
Karoly Potemkin hjá NSÍ hevur sæð gula kortið.
50 min.
0-0
Tað er greytatjúkt úti í Vika, har NSÍ nú hevur umskipað liðið. Karoly Potemkin er settur inn í álopið við síðuna av Christian Høgna Jacobsen. Út er farin Einar T. Hansen, sum varð skaddur í 1. hálvleiki. Heðin á Lakjuni er fluttur aftur á vongverjan í vinstru, Jann Martin Mortensen er fluttur út í vinstru, og Klæmint A. Olsen spælir í høgru.
45 min.
0-0
Hálvleikur
Tað hevur verið tættari, enn tað kanska kundi verið roknað við, tá ið hugsað verður um, at talan er um oddaliðið ímóti botnliðnum.
40 min.
0-0
Evrard Blé hjá AB og Jústinus R. Hansen hjá NSÍ hava sæð gula kortið.
Seinastu løtuna hevur heimaliðið verið meiri við, enn teir vóru eina løtu.
20 min.
0-0
Tað er tjúkt á Argjum, men fótbóltslíkindini eru hampulig.
Síðstu løtuna hevur NSÍ verið leikliga omaná, men enn er tað málleyst.
AB-NSÍ kl. 17.00
Dómari: Ransin Djurhuus
AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Alex Mellemgaard - Kenneth Jacobsen, Tummas Justinussen, Evrard Blé, Jobin Drangastein - Stig Roar Søbstad, Nikolaj Eriksen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen