AB stílar hægri komandi ár

Formaðurin í FC Argjum fegnast um, at málsetningurin fyri hetta árið er rokkin

Effodeildin: Á Argjum fegnast tey um, at AB fær enn eitt ár í effodeildini. Tað sá annars einki út, aftaná 10 tey fyrstu umførini, tá fá trúðu uppá, at AB við bert tveimum stigum í 10 dystum fór at yvirliva.

 

Ein sum alla tíðina trúði uppá tað, er formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen. Aftaná 10. umfør segði Sjúrður Olsen, at AB skuldi bara vinna ein dyst, so fór tað at gleppa, og rætt fekk hann.

 

Sjúrður er nøgdur við 7. plássið hetta kappingarárið, men hann dylur ikki, at komandi ár stílar AB enn hægri.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Sjúrður Olsen segði í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.