1.DEILD: Í kvøld fór bólturin á rull aftur í næstbestu fótbóltsdeildini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin vórðu tríggir dystir spældir.
AB hevði møguleika fyribils í hvussu so er at vinna seg fram á oddasessin, men tað eydnaðist ikki. AB vitjaði teir næstbestu hjá NSÍ, og úrslitið var 1-1. Harvið varðveitti FC Suðuroy, sum ikki spældi í kvøld, oddasessin eitt stig frammanfyri AB.
NSÍ var tvær ferðir á odda, og báðu ferðirnar svaraði AB aftur lítla løtu aftaná.
FC Hoyvík vitjaði á Skála, sum undan summarsteðginum stóð seg rættuliga væl, meðan tað var meiri svikaligt hjá FC Hoyvík. Í kvøld var úrslitið 1-1, og tað ber ivaleyst boð um, at Súni Fríði Barbá hevur fingið tak á liðnum hjá FC Hoyvík. Men framvegis er FC Hoyvík so mikið nær botninum, at vandi er á ferð. Bæði málini vórðu skorað fyrsta korterið.
Einasta liðið, sum í kvøld vann fulla úrtøku, var blaðunga liðið hjá Víkingi, sum nú er meiri enn eitt umfar frá niðurflytingarplássi.
Víkingur vitjaði í Sørvági, har stigaleysa heimaliðið legði bragdliga fyri. Men Víkingur javnaði fyri hálvleik, og eitt korter undan leikloki skoraði Víkingur eftir lítlari løtu tvey mál aftrat.
NSÍ-AB 2-2 (1-1)
1-0: Árni Frederiksberg 12.
1-1: Alex Mellemgaard 18.
2-1: sjálvmál 66.
2-2: Nicolaj Eriksen
Skála-FC Hoyvík 1-1 (1-1)
1-0: Jákup Jacobsen 4.
1-1: Jan Mølvad Laursen 12.
07 Vestur-Víkingur 1-3 (1-1)
1-0: Jóhan Selfoss 36.
1-1: Andras Dalbø 43.
1-2: Ingi Sørensen br 77.
1-3: Sámal Jákup Joensen 81.
HB-EB/Streymur: útsettur
FC Suðuroy-TB: 23. august
Støðan
FC Suðuroy 34
AB 33
TB 32
Skála 24
NSÍ 21
Víkingur 18
FC Hoyvík 17
EB/Streymur 15
HB 14
07 Vestur 0
FC Suðuroy, TB, EB/Streymur og HB hava spælt 14 dystir, og hini hava spælt 15 dystir
16. umfar
Sunnudagin 7. august
Víkingur-Skála
TB-HB
EB/Streymur-AB
07 Vestur-NSÍ
Mikudagin 10. august
FC Hoyvík-FC Suðuroy