AB: Tveir spælarar av landinum

Argjamenn mugu klára seg uttan tveir av spælarunum, sum hava byrjað inni seinnu dystirnar

Bæði Beinir Ellefsen og Dion Splidt eru farnir av landinum í lestrarørindum. Sostatt vera teir ikki við seinastu dystirnar hjá AB hetta kappingarárið.

 

- Bæði Beinir Dion eru farnir av landinum og spæla ikki aftur hetta kappingarárið, sigur Sjúður Olsen, formaður í FC Argjum.

 

Frammanundan eru Hørður M. Mohr og Andras Vágsheyg Brixen eisini farnir av landinum, og spæla heldur ikki aftur í ár.

 

AB hevur í ár havt nakað av skifting í hópinum, har fleiri spælarar í ávís tíðarskeið hava verið burturi, meðan eitt nú Sorin Anghel hevur spælt onkran einstakan dyst. AB hevur nú vunnið seg røttu megin niðurflytingarstrikuna, og spælir næstu ferð móti FC Suðuroy, sum liggur ájavnt av AB í stigum.