Longu í næsta umfarinum í bestu kvinnudeildini beit AB av álvara frá sær, tá tær vitjaðu í Klaksvík. Her hevur heimaliðið vunnið øll meistaraheitini í kvinnufótbólti, síðani árstølini byrjaðu við 2-talinum, men tað er ein støða, sum tær í AB hava sett sær fyri at broyta. KÍ trýsti hampuliga nógv í dystinum leygardagin, men tað kom bert eitt mál, og hesum stóð Mona Breckmann hjá AB fyri, tá hon var fyrst á frísparksbólti, sum sigldi um alla KÍ-verjuna.