AB megnaði væl og virðiliga at liva upp til favorittheiti, sum argjamenn høvdu, tá ið teir í dag vóru vertir hjá Víkingi. Men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at tað í málum sást heilt stórur munur. AB vann 8-1 og í 2. hálvleiki skoraði AB seks mál, meðan Víkingur einki fekk.
Ein av orsøkunum til, at málmunurin gjørdist so stórur í 2. hálvleiki mundi vera, at Víkingur í 57. minutti misti Jan Poulsen, sum sá beinleiðis reytt fyri hevnisøku.
Rógvi Holm legði eftir horna AB framum longu í 2. minutti, men Kaj Ennigarð javnaði við frísparksmáli í 18. minutti. Tíggju minuttir undan steðginum legði Dion Split AB framum 2-1, og eftir at Jón Nielsen tíggju minuttir eftir steðgin hevði skorað til 3-1 gekk skjótt. Jón økti tíggju minuttir seinni til 4-1, so gingu tríggir minuttir, áðrenn Allan Mørkøre skoraði til 5-1 og aftur tríggir minuttir til Magnus Jakobsen økti til 6-1.
Tíggju minuttir fyri leiklok skoraði Rói Danielsen til 7-1, og í síðsta minutti staðfesti Kenneth Jacobsen rimmar heimasigurin, sum altso gjørdist 8-1 til AB, ið harvið styrkti um sína støðu í toppinum.