Abbi enska landsliðsleikaran, Lewis Cook, er uttan iva ein glaður maður í dag. Bæði tí at abbasonurin í gjár fekk sín fyrsta landsdyst fyri Ongland, og tí at hann fyri nøkrum árum síðani spældi uppá, at abbasonurin skuldi fáa sín fyrsta landsdyst fyri Ongland.
Fyri fýra árum síðani – í 2014 – spældi abbi Lewis Cook 4.500 krónur uppá, at abbasonurin einaferð skuldi spæla á enska landsliðnum. Um tað fór at henda, var tá greitt, at abbin skuldi fáa pengarnar 34 ferðir aftur.
Og tað eydnaðist so í gjár, tá Lewis Cook í 71’inda minutti av dystinum millum Ongland og Italia, var skiftur inn fyri Jesse Lingard á enska landsliðið. Innskiftin tryggjaði abbanum hjá Lewis Cook 144.000,- krónur.
Tá abbi Lewis Cook í 2014 setti veddimálið, spældi Lewis Cook fyri besta liðið hjá Leeds. Í dag spælir Lewis Cook fyri Bournemouth. Lewis Cook er 21 ára gamal.