ABC Barnahjálpin hevur vitjan úr Liberia

Komandi kvøldini verða kunningartiltøk í Havn og í Skálabotni ABC Barnahjálpin hevur í døgunum 17. til 19. november vitjan av Matthew Sakeuh úr Liberia.

Fyrsta tiltakið á skránni er ein vælgerðardøgurði á Hotel Hafnia. Vælgerðardøgurðin, sum byrjar kl. 19 í kvøld kostar 1.000 krónur, men alt yvirskotið fer til verkætlanina hjá ABC Barnahjálpini í Liberia. Matthew Sakeuh kemur at greiða frá, og hann vísir eisini myndir frá arbeiðnum. Familjan Carlsen kemur at syngja.

Í annaðkvøld kl. 20 verður eitt kunningartiltak í ?Áarstovu? í Havn. Tá fara Martin Joensen og Birgit Sivertsen at syngja.

Mikukvøldið kl. 20 verður so eitt kunningartiltak í Kelduni í Skálabotni. Tá fara Tórhild Bjarkhamar og Birgit Sivertsen at syngja. Bæði hesi kvøldini fer Matthew Sakeuh at greiða frá arbeiðnum hjá ABC Barnahjálpini, og at vísa myndir frá arbeiðnum.