Landsstýriskvinnan í mentamálum hevði heilt fram til skúlabyrjan noktað Fróðskaparsetrinum at taka 20 lærara- og pedagoglesandi inn, hóast setrið hevði játtan til tess. Men grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni var, at játtanin til lestrarstudning var ikki í lagi. Tí skuldu 20 tilvildarligir, skikkaði umsøkjarar takast burturúr.
Hetta er sjálvandi í stríð við heimildir hennara, og álvarsom mismunarframferð móti fólki.
Og tað tók ikki meira enn eitt lesarabræv frá undirritaða um ivasomu framferðina hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, so hevði hon dagin eftir broytt hugsan. Nú var knappliga - frá degi til dags - í lagi at taka 20 afturat inn, hóast ongin játtan ella regla sjálvandi varð broytt í hesum tíðarskeiði.
Nakrar fáar dagar fyri lestrarbyrjan, fingu so fólk boð um, at tey kortini kundu sleppa inn. Men eftir stendur, at fleiri uttan iva hava valt at fara av landinum til aðra útbúgving, tí tey ikki vistu, um tey vóru keypt ella seld. Hjá hvørjum einstøkum snýr tað seg jú um stór og avgerandi val í lívinum, ið ikki bara kunnu bíða eftir tilvildarligum boðum frá Mentamálaráðnum.
Sostatt átti Helena Dam á Neystabø sum minstsmark at viðgingið skeivu framferðina. Men hon velur heldur at leggja eftir Tjóðveldi fyri "at leika í". Og síðani tekur hon sær heiðurin av, at undir hesum landsstýri eru ongantíð so nógv sloppin inn á hægri lestur í Føroyum.
Sannleikin er, at hvørki fyrra ella seinna ABC-samgonga hava gjørt nakað tiltak fyri hægri lestur í Føroyum. Undir fyrru ABC-samgongu varð Fróðskaparsetrið beinleiðis skorið, og eitt nú KT-verkfrøði varð steðgað, sum annars í dag er best umtókta námið á setrinum.
At Fróðskaparsetrið yvirhøvur hevur fingið nýggjar útbúgvingar og -tilboð, er beinleiðis úrslit av ætlanunum og visjónunum hjá CHE-samgonguni, sum vórðu settar í verk og samtyktar, meðan Kristina Háfoss var landsstýriskvinna.
Undir seinnu ABC-samgongu varð aftur hálsað um, og nýggju útbúgvingarnar aftur settar í bíðistøðu - m.a. samfelagsdeildin kundi ikki taka lesandi inn.
Nú er vit so aftur komin á tað støðið, sum CHE-samgongan samtykti - og tað skal landsstýriskvinnan eisini fáa heiður av. Men onki nýtt politisk átak er sett í verk undir ABC viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum.
Tjóðveldi hevur hægri lestur og eitt altjóða universitet í Føroyum sum eitt av sínum hjartamálum. Og um landsstýriskvinnan vil skíra tað "at leika í", at verja hesa visjón og rættindini hjá okkara ungdómi ikki at vera fyri mismuni - ja, so fer at verða leikað í eisini frameftir. ?