ABC verða verandi á brúnni

Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið gevur teimum trimum samgonguflokkunum eina afturgongd uppá eitt mandat, úr 20 niður í 19 tingfólk. Javnaðarflokkurin missir eitt tingfólk og somuleiðis Fólkaflokkurin. Sambandsflokkurin gongur tó fram við einum tingfólki aftrat. Stóri vinnarin í kanningini er umframt Sambandsflokkin, Tjóðveldi, sum fær eitt tingfólk aftrat og er landsins størsti flokkur

Á brúnni umborð á Norrønu

Jan Müller

 

 

Portalurin hevur hitt umboð fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar á brúnni á flaggskipi føroyinga, Norrønu, sum júst í hesi løtu er miðskeiðis í Norðsjónum á veg móti Føroyum úr Esbjerg, har almenn vígsla var leygardagin.

 

Løgmanseffekt

Johan Dahl, vinnumálaráðharri (B) fegnast um góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum, sum hevur eina framgongd uppá góð 3% í mun til valúrslitið. –Eg leggi tó ikki nógv í veljarakanningar, men tað er altíð hugaligt, tá flokkurin gongur fram. Sjálvandi gevur tað eitt sindur eyka, at tú hevur løgmann, tað hava vit sæð hjá øðrum flokkum. Hvat framtíðini viðvíkur, so haldi eg, at ABC er tann besta samgongan vit kunnu fáa í løtuni, og eg fari at gera mítt til, at hon fer at halda tørn og verða verandi á brúnni. Hóast kanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava 17 tingfólk og harvið nokk til at skipa samgongu einsamallir, so heldur Johan Dahl ikki, at hetta eigur at fáa verandi samgonguflokkar at gevast við samstarvinum.