Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin.
– Eitt mál, sum tó ikki er eitt samgongumál, men sum eg eri vónbrotin av, at tað ikki varð samtykt, er málið um at kvinnur eiga avgerðarrættin, tá tað snýr seg um abort, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
– Eg eri vónbrotin av, at tað ikki varð samtykt, tí sum støðan er í dag, er tað soleiðis, uttan at vit hava neyv tøl upp á tað, men tey tølini, sum vit hava benda á, at føroyskar kvinnur fáa framdar fleiri abortir í Danmark enn í Føroyum, og eg haldi ikki, at tað er rætt, at vit útflyta tær avbjóðingarnar í staðin fyri at taka tær í Føroyum, sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður.
Hann vísir eisini á, at flestu abortir í dag verða framdir við medisinskari viðgerð, og at tað ber til at keypa heilivágin á netinum, og tí er eisini vandi fyri, at tað vera framdir fleiri ólógligir og ótryggir abortir í Føroyum, tá vit ikki hava frían abort sum tryggjar, at tað verður gjørt í heilsuverkinum á tryggan hátt, sigur løgmaður.
Men er so ætlanin at leggja málið um frían abort framaftur?
– Tað veldst um, hvørt tað verður undirtøka fyri tí. Tað stóð 16-16, tá tað varð felt í tinginum, um tað ikki verður undirtøka fyri málinum, so verður tað ikki lagt framaftur í hesum valskeiðinum. Men um støðan broytist í Løgtinginum, og tað vísir seg at vera undirtøka fyri uppskotinum, so verður tað lagt framaftur, sigur løgmaður.
Tá málið fall í Løgtinginum stóð á jøvnum 15-15, og tá meiriluti ikki er fyri einum máli, so fellir tað. Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi var burturstaddur, men hevði clearað við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Kaj Leo Holm Johannesen var eisini burturstaddur, men hann hevði ikki clearað við nakran, men segði aftaná, at hevði hann verið í tingsalinum, so hevði hann atkvøtt fyri málinum.
– Um tað vísir seg, at meiriluti nú er fyri uppskotinum, ella einum broyttum uppskoti, so verður tað lagt framaftur, sigur Aksel V. Johannesen.