Fleiri nøvn hava verið við í gitingunum um, hvør skuldi verða venjari hjá liðnum hjá NSÍ í Effodeildini næsta kappingarár, og tá avtornaði bleiv tað helst tað navnið, ið oftast hevur verið at hoyrt, Abraham Løkin.
Nú havi eg akkurát skrivað undir, so vit hava ikki tosað so ítøkiliga um mið og mál fyri hetta næsta árið, eg havi lovað meg til, men tað fara vit at gera nú, sigur Abraham, tá hann og NSÍ-forkvinnan, Kinna Fritsdóttir (myndin), høvdu avgreitt sáttmálan.
Men Kári Reynheim hevur gjørt tað gott í ár, so nú skal eg byggja víðari á tað, sum hann hevur gjørt, og eg ætli mær eisini at gera tað gott. NSÍ byggir fyrst og fremst á lokalar kreftir, og tað verður leisturin í 2013 við.
Kennir teir flestu
Hvørki sum spælari ella venjari er Abraham Løkin nakað óskrivað blað hjá NSÍ, tí fyrru helvt av 80-unum var hann spælandi venjari. Í 1986 var hann eisini í tí leiklutinum við til at vinna Ísafjarðarsúluna við NSÍ, umframt at hann taldist millum teirra, ið vunnu silvur við NSÍ í landskappingini í 2002, tá NSÍ eisini var steypavinnari.
Tíbetur hevur tað lagað seg so, at mær bar til at taka við sum venjari, og fyribils er tað so hetta eina árið, vit tosa um. So má tíðin vísa, um tað verður meira, sigur Abraham, ið kennir NSÍ út og inn.
Ja, eg kenni sjálvandi felagið væl, tí eg havi spælt nógv við NSÍ og eisini verið venjari hjá fleiri yngri liðum. Og eg kenni flestu av spælarunum, sum nú manna liðið, umframt at eg havi vant nógvar av teimum, tá teir vóru yngri.