Absolutt ikki drukkið og horast á sama hátt

Mogens Tilsted Christensen var ikki á G! Festivalinum men sigur, at tað fyriganga ting á Roskilde festivalinum, sum ikki fyriganga á G!. Hvat hann meinar við, ynskir hann ikki at siga meiri um

Tað hevur vakt ans, at presturin í Norðstreymoyar prestagjaldi, Mogens Tilsted Christensen, í prædiku sínari sunnudagin hálovaði G! Festivalinum. Guðstænastan varð útvarpað og nøkur av somu sjónarmiðum stóðu sum lesarabræv í bløðunum í gjár.

Tað stutta av tí langa er, at tað, sambært Mogens Tilsted Christensen, ikki verður horast og drukkið á sama máta á G! sum á Roskilde. Hetta sigur hann, hóast hann ikki sjálvur hevur verið á G! Festivalinum.

Í dag hava vit fingið prestin í Norðstreymoyar prestagjaldi at grundgeva fyri tí, sum hann førdi fram á prædikustólinum sunnudagin og í lesarabrævinum í gjár.

– Tað er ein heilt annar stílur, og tað eru tónlistafólkini man kemur at lurta eftir á G!. Mentaliteturin er eisini heilt øðrvísi, har tað á Roskilde alt gongur upp í drukk og ólevna, sum man als ikki sær á G! Festivalinum, slær Mogens Tilsted Christensen fast. Hann sigur avgjørdur, at tað absolutt ikki verður drukkið og horast á sama hátt á G! sum á Roskilde Festivalinum.

Mogens Tilsted Christensen sigur seg vera imponeraðan av, at tað hvørt ár hepnast at halda festivalin uttan teir stóru trupulleikarnar sum annars eru á øðrum stórum festivalum – ella í hvussu so er á Roskilde Festivalinum, sum prestur tekur til.


Slepst ikki undan naknum fólkum

Eftir hvønn einasta Roskilde Festival vísir sjónvarpi og bløðini í Danmark myndir frá døgunum, festivalurin hevur verið. Fleiri myndir av naknum fullum fólki eru at síggja, men í so máta er G! Festivalurin einki undantak. Tí bæði í ár og í fjør runnu naknir menn runt á tjaldplássinum, umframt at onkur nakin kvinna eisini er sædd viðhvørt.

Hetta vitna myndir og videobrot á alnetinum um. Til hetta svarar prestur, at tað á slíkum festivalum sum G! ikki slepst undan, at tílíkt kemur fyri.

– Tað er eitt frítt land vit liva í. Tað fara altíð at vera nøkur fá, sum gera ting, ið vit ikki brýggja okkum um, sigur Mogens Tilsted Christensen.


Vil ikki tosa um alt

Í fjør gjørdu fjølmiðlarnir rættiliga nógv burturúr tjaldplássinum, har tað eftir øllum at døma vóru rúsevnir at finna. Hetta gera vil prestin í Norðstreymoy varugan við, og hann svarar soleiðis:

– Jú, men á Roskilde fyriganga onnur ting, sum ikki fyriganga á G! Festivalinum.

Hvat eru tað fyri ting?

– Tað er tað, sum eg helst ikki vil tosa um, tí veitst tú hvat, tað kanst tú lesa um í bløðunum. Men Roskilde festivalurin er á onkran hátt meiri ein pornofestivalur enn konsert, staðfestir Mogens Tilsted Christensen, leggur so aftrat:

– Sjálvandi verður ein verðsligur festivalur merktur av, at nøkur fáa eitt sindur at drekka og eitt sindur av ólevnaði er. Tað slepst ikki undan.


Var ikki á G!

Mogens Tilsted sigur víðari, at tað ikki er sami mentalitetur á G! sum aðrastaðni, og so hevur hann eisini gjørt nakrar sjáldsamar eygleiðingar av føroyingum.

– Føroyingar nógv betri til hetta, og føroyingar duga eisini nógv betur at hoyra, hvat góður tónleikur er, sigur Mogens Tilsted Christensen, sum heldur at Føroyar eru eitt tónleikasamfelag og ikki bara eitt fiskivinnusamfelag.

Men hevur tú sjálvur verið á G! í ár?

– Nei, men eg kenni fólk sum hava verið. Eg havi ikki havt tíð sjálvur, men eg havi so lisið bløðini og heimasíður, vísir Mogens Tilsted Christensen á, sum eisini hevur heft seg við tað, løgreglan segði um og eftir festivalin í Gøtu um vikuskiftið.