Tað vakti ans í dag, tá ið nýggi nigerianski álopsspælarin hjá KÍ, Abubakar Ibrahim Aliyu, ikki var á dómaraseðlinum, tá ið KÍ spældi á útivølli ímóti TB. Dysturin endaði málleysur.
Hann kom til Klaksvíkar í summar, og fyri einari viku síðani varð hann fram ímóti dystarenda fyrstu ferð skiftur inn á KÍ liðið. Tað var ímóti HB, og tá var hann um reppið við fluktara í síðstu løtu at skora til 3-1.
Týskvøldið var hann millum teir fyrstu ellivu í 1-0 sigrinum á Skála, men tá varð hann skiftur út eftir fyrra hálvleik, tá ið Ole Erik Midtskogen loysti hann av.
Við nordlysid.fo sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen, at teir hava bannað álopsspælaranum at vera partur av hópinum í 14 dagar, meðan støðan verður viðgjørd.
Aðrar keldur kring KÍ vita at siga, at tað fall ikki í góða jørð hjá spælaranum, tá ið hann týskvøldið varð skiftur út á Skála.
Tá ið Abubakar Ibrahim Aliyu kom til Klaksvíkar vóru vónirnar góðar um, at hann fór at gera góðan mun, tí hann segðist hava staðið seg væl í norska HamKam, har hann í fjør var liðfelagi við Odmar Færø. Um tvær vikur fæst at vita, um hann yvirhøvur fer at eiga nakran leiklut í Klaksvík.
Tveir aðrir spælarar – málverjin Lukasz Jarosinski og miðvallarin David Skrbec – komu til Klaksvíkar í summar. Teir vóru báðir á dómaraseðlinum í dag, men hvørgin teirra varð skiftur inn.
Næsti dysturin hjá KÍ verður komandi hóskvøld klokkan 19. Tað verður í Europe League á Tórsvølli ímóti Dinamo Tbilisi úr Georgia.