AC/DC

Stiff upper lipp

Gløggi lesarin sigur kanska, at ummælarar eru gamlar súrar rottur, ið halda seg vita.

Ummælarin sigur bara: Yes! Yes, yes yes!! Tí AC/DC eru still going strong!

OK, hatta við gomlu rottunum er kanka rætt, men súrar? Nei. Ikki tá ein situr við nýggjari AC/DC fløgu í lógvanum. Sum enntá er góð. Enn einaferð.

?Góð? er eitt relativt orð, tá ein tosar um henda bólk. Hann sigur nevninliga summum púrt einki.

Men tað er undrannarvert, at bólkurin megnar at koyra í somu blues/ heavy rulluni framvegis, og koyra beint fram, sum var einki hent. Og tað tykist veruliga, sum er einki hent seinastu mongu árini hjá AC/DC. Men tað er júst tað, sum er so ómetaliga fínt. Ein væntar nakað, veit hvat ein fær, og fær júst tað, men ofta betri, enn ein tordi at vóna. Nevnila aftur til røturnar.

Heilt einfalt.

Tað ljóar tað sama í dag, sum fyri 15 ella 20 árum síðani.! Tað er ikki so nógv at siga um AC/ DC. Angus Young er framvegis á odda í stuttum buksum og sama slitna guitaranum. Saman við Malcolm Young hevur hann eisini skrivað øll løgini.

Teir gomlu duga enn. Hetta er dygd. Sama kramm hvørja ferð. Eingin fløgupakki svíkur. Kanska, okkara egnu útflytarar eiga at læra av.

Óført.